Náttúruverndarlóg krevur trý størv aftrat

Náttúruverndarlóg krevur trý størv aftrat
Tey trý størvini fara at kosta landinum 2,1 mió. kr. um árið
Nýggja náttúruverndarlógin ger, at brúk verður fyri fleiri starvsfólkum á Umhvørvisstovuni
 
27.07.2021 - 08:54

Umhvørvisstovan fer í minsta lagi at hava brúk fyri trimum akademiskum størvum afturat, tá nýggja náttúverndarlógin er komin.

Eitt av hesum størvum eigur at vera ein løgfrøðingur.

Tey trý størvini fara at kosta landinum 2,1 mió. kr. um árið.

Brúk verður harafturat fyri 700.000 kr. til ein fulltrúa at viðgera kærur um lógina og gera kunngerðir.

Landsstýrisfólkið kærumyndugleiki

Landsstýrisfólkið í umhvørvismálum verður kærumyndugleiki.

Mett verður ikki, at uppskotið fær fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar, stendur í viðmerkingunum um uppskotið um løgtingslóg um náttúruvernd, sum nú er sent til hoyringar. 

Hoyringarfreistin er til 6.september. 

Ætlanin er, at náttúruverndarlógin skal koma í gildi 1.januar 2022.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025