Flogvøllir missa milliardir ferðafólk og krónur

Flogvøllir missa milliardir ferðafólk og krónur
Flogvøllirnir mistu næstan seks milliardir ferðafólk í fjør. Og teir missa á leið líka nógv í ár, og nógvar hundrað milliardir krónur 
Eins og aðrir flogvøllir, hevur flogvøllurin í Vágum mist bæði ferðafólk og krónur.
 
29.07.2021 - 12:10

Flogvøllirnir mistu næstan seks milliardir ferðafólk í fjør. Og teir missa á leið líka nógv í ár. 

Tað sigur altjóða felagsskapurin Airports Council International.

Í 2019 vóru ferðafólkini 9,15 milliardir. 

Væntað var, at ferðafólkini blivu 9,5 milliardir í fjør og 9,8 milliardir í ár.

Men har vóru bara 3,6 milliardir í fjør.

Nakað fleiri vera í ár, væntar ACI.

Inntøkurnar hjá flogvøllunum minka sjálvandi eisini nógv.

Tær skuldu vera 198 milliardir dollarar, 1000 milliardir og 250 milliónir krónur, í ár, men verða bara 90 milliardir dollarar, 570 milliardir krónur.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. mars
Morgunlesturin týsdagur 24.mars 2026
205921
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 3:3
135628
Týsdag 24. mars
Veðrið
206133