Sverri á stórskíggja í heimbygdini

Sverri á stórskíggja í heimbygdini
Miðvágs róðrarfelag og Vága kommuna skipa fyri, at OL finalan hjá Sverra Sandberg Nielsen verður víst á stórskíggja í Miðvági 
Finalan fer at siggjast Miðvági í nátt.
 
29.07.2021 - 13:08

Miðvágs róðrarfelag og Vága kommuna skipa fyri, at OL finalan hjá Sverra Sandberg Nielsen verður víst á stórskíggja í heimbygdini Miðvági í kvøld og í nátt. 

Stórskíggi er settur upp á veggin á bygdarskúlanum oman móti fótbóltsvøllinum. 

Tiltakið verður úti og har er nógv pláss.

Skíggin verður tendraður kl.23.00, og Miðvágs róðrarfelag fer at selja okkurt til matna og at drekka. 

Hans og Sámal Ravnsfjall fara at spæla nakrar sangir.

Sambært tíðarætlanini verður sjálv finalan kl.01.45 í nátt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162