Erna Solberg stúrir fyri flóttafólkastreymi úr Afganistan

Erna Solberg stúrir fyri flóttafólkastreymi úr Afganistan
30.000 fólk flýggja úr krígsherjaða landinum hvørja viku
Erna Solberg, forsætisráðharri, sigur, at støðan í Afganistan kann hava við sær flóttafólkastreym til Evropa.
 
02.08.2021 - 10:29

Norski forsætisráðharrin, Erna Solberg, stúrir fyri, at gongdin í Afganistan kann hava við sær, at nógv fara flýggja til Evropa og Noregs.

- Vit vita av royndum, at slíkar støður hava flóttafólkastreym við sær, sigur Erna Solberg.

Hon leggur dent á, at tað eru grannalondini, sum í fyrstu syftu fara at taka ímoti afganum, sum vilja sleppa úr krígsherjaða landinum. 

Men Erna Solberg heldur eisini, at hetta kann gerast ein trupulleiki í Evropa, tí nógvir afganar búgva í evropeiskum londum. Og ofta er tað so, at flóttafólk fara hagar, tey frammanundan hava vinir og familju, sigur hon. 

Vánalig útlit

Framtíðarútlitini hjá fólkinum í Afghanistan eru ring. 

So hvørt altjóða herdeildir taka seg aftur úr Afganistan, hevur Taleban fingið størri vald í landinum. 

30.000 fólk flýggja úr Afganistan hvørja viku, skrivar New York Times, sum hevur tøl frá ST. 

Flóttafólkatalið er vaksið millum 30 og 40 prosent, síðani altjóða herdeildir tóku seg úr landinum, skrivar blaðið. 

Sýria og Afganistan eru tey londini í heiminum, haðani flest fólk flýddu í fjør, sambært ST. 

Seinastu mánaðirnar er støðan í Afganistan versnað, og alsamt fleiri fólk flýggja úr landinum. Seinastu Nato-herdeildirnar fóru úr Afghanistan í juni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010