3000 kr. í bót fyri at fara á matstovu í Nuuk uttan koppseting

3000 kr. í bót fyri at fara á matstovu í Nuuk uttan koppseting
Koronureglurnar eru harðar í Grønlandi, og ein kvinna fekk stóra bót fyri at fara á matstovu uttan at vera koppsett
Mynd: Savnsmynd  
 
06.08.2021 - 08:53

Ein 60 ára gomul kvinna í Nuuk hevur fingið 3.000 kr. í sekt, tí hon var í einari matstovu, hóast hon ikki var liðugt koppsett og hóast hon ikki kundi prógva, at hon varð staðfest koronunegativ seinastu 48 tímarnar, upplýsir politiið í Grønlandi.

Korona hevur rættiliga gjørt vart við seg í Grønlandi seinastu tíðina.

Í gjár vóru 61 smittað. So stórt hevur talið ikki verið fyrr. 

 

Tvey prik

Reglan um tvey prik, sum er galdandi til 10. august, er eisini galdandi fyri eitt nú ítrótt, vertshús, mentanarstovnar og hárfríðkanarstovur.

Og øll, sum koma til Grønlands við flogfari úr Danmark, men ikki hava bústað í Grønlandi, skulu eisini hava fingið bæði prikini.

Ikki er nóg mikið at vísa negativa koronukanning í Kastrup. 

Hetta er galdandi frá 10. til 24. august.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025