Boða frá 48 hitastigum í Spania

Boða frá 48 hitastigum í Spania
Nú verður aftur ávarað um eina óvanliga hitabylgju í Suðurevropa í hesari vikuni, skrivar NRK.
 
11.08.2021 - 17:38

Í Spania verður ávarað um vandamiklan hita í tíggju landspørtum. Hitin kann koma upp í 48 stig, og tað er met. Í Italia fer hitin væntandi eisini at seta met.

Í Grikkalandi hevur eisini verið óvanliga heitt, men nú er hitabylgjan har linkað nakað.

Chris Fawkes, sum er veðurfrøðingur hjá BBC, sigur, at hitabylgjan fer at raka Suðurevropa, Afrika og Norðuramerika næstu dagarnar. 

Í londunum við Miðjarðarhavið fer hitin væntandi upp um 45 stig.

Í Tunesia í Norðurafrika kunnu tey vænta upp í 50 hitastig, og á oynni Sisilia, sunnan fyri Italia, vera helst 47 stig, sigur veðurfrøðingurin.

Tað er tann óvanliga heita luftin yvir Norðurafrika og stóra hátrýstið yvir Miðjarðarhavinum, sum elva til nógva hitan.

Í summar hevur verið ógvusligt veður hvønn vegin. Summi hava havt hitabylgju og skógareld, og aðrastaðni hevur verið vatnflóð.

Mánadagin kom veðurlagsnevndin hjá ST við síni sættu frágreiðing. 

Nevndin ávarar um, at hitabylgjur fara at vera vanligari í framtíðini, og skerpingur verður eisini nógvastaðni. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449