Festivalarnir fáa hjálparpakka í heyst

Festivalarnir fáa hjálparpakka í heyst
Stuðulin skal vera umleið tann sami, sum varð latin í fjør, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður
Arbeitt verður við einum uppskoti um hjálparpakka til festivalar, sum vórðu avlýstir í summar.
 
17.08.2021 - 14:13

Tónleikafestivalar, sum avlýstu í summar, kunnu vænta at fáa ein hjálparpakka í heyst.

Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, sigur í svari til Beintu Løwe, løgtingskvinnu, at í løtuni verður eitt lógaruppskot fyrireikað, og tað verður eftir ætlan lagt fyri tingið í næstum.

Stuðulin skal vera á leið tann sami, sum varð latin í fjør.

Tá fingu tónleikafestivalar stuðul til at endurrinda øll atgongumerki, sum festivalurin hevði selt.

Stuðulin kann tó í mesta lagi verða 85 prosent av útreiðslunum í sambandi við at fyrireika festival í ár, sigur Jenis av Rana í svarinum til Beintu Løwe. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. februar
Vikuskiftið 13 feb 2026
204203
Fríggjadag 13. februar
LEITISSTEIN 013.02.2026 (Tunghoyrt)
204197
Fríggjadag 13. februar
Beinleiðis úr Studio 5 - Alto
204171
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. februar
Veðrið
204205
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Sophilia: Á um vit
204115
Hósdag 12. februar
Emma: Mítt land
204116