Røktarheimslækni skal vera undir galdandi skipan

Røktarheimslækni skal vera undir galdandi skipan
Við verandi skipan ber til hjá búfólki á røktarheimi at velja egnan kommunulækna, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum
Hamragarður í Vági. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, sigur, at tað ber til við verandi skipan at fara undir tilboð um røktarheimslækna.
 
23.08.2021 - 10:46

Áðrenn farast kann undir at skipa eitt  tilboð um røktarheimslækna á røktarheimum krevst, at  kommunur og kommunulæknarnir, sum  starvast í læknadømunum í hesum kommunum, koma ásamt um, hvussu hetta tilboð kann skipast. 

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, í svari til Ruth Vang, løgtingskvinnu, sum spurdi um skipan við føstum røktarheimslækna.

Landsstýrismaðurin vísir á, at við at skipa eitt slíkt tilboð undir verandi skipan, slepst undan at uppbyggja eina nýggja skipan, sum møguliga kann hava meirkostnað við sær. Hetta er eisini í samsvari  við álitið, sum Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum gjørdi, tá ið uppskotið varð lagt fyri Løgtingið. 

Kaj Leo Holm Johannesen vísir eisini á, at verður tilboðið um røktarheimslækna veitt undir verandi skipan, varðveita búfólk á røktarheimum rættin til at velja egnan kommunulækna. 

Ætlar ikki at seta nýggja skipan í verk

Ruth Vang vildi hava at vita, nær skipanin við røktarheimslækna fer at virka. Men landsstýrismaðurin ætlar ikki at seta skipanina í verk.

Hann sigur, at av tí at tað longu ber til at fara undir eitt tilboð við røktarheimslækna undir verandi skipan, og við atliti at niðurstøðuni hjá Trivnaðarnevndini um ikki at uppbyggja eina nýggja og dýrari skipan, hevur landsstýrismaðurin ikki gjørt meira við málið enn. 

Landsstýrismaðurin sigur, at mett verður, at røktarheim/kommunur kunnu skipa eitt slíkt tilboð saman við kommunulæknunum, soleiðis at borgarar á einum røktarheimi fáa høvið at velja antin tann kommunulæknan, sum verður knýttur at røktarheiminum, varðveita tann kommunulæknan, sum tey longu hava, ella velja annan kommunulækna. 

Ruth Vang, løgtingskvinna, hevur fingið svar frá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni, um røktarheimslækna.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Summarbeiti 22. juli 2026
211207
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097