AirBnB hjálpir afganskum flóttafólkum

AirBnB hjálpir afganskum flóttafólkum
20.000 flóttafólk fáa fyribils bústað ókeypis
 
24.08.2021 - 15:05

Fyritøkan AirBnB fer nú at hjálpa afghanskum flóttafólkum.

Brian Chesky, sum er forstjóri í AirBnB, sigur, at AirBnB fer at geva 20.000 afghanskum flóttafólkum eitt fyribils stað at búgva, ókeypis. 

Hann sigur, at hetta er teirra svar til tað, sum hann kallar eina av størstu humaniteru kreppunum í okkara tíð, og íbúðir verða gjørdar til taks til flóttafólk kring allan heimin.

Tilboðið byrjar beinanvegin, og forstjórin sigur, at felagið arbeiðir saman við hjálparfelagskapum at finna fólkini, sum hava størstan tørv.

Rósar teimum, sum leiga út

Chesky sigur, at AirBnB rindar kostnaðin fyri at hýsa flóttafólkunum, men hann rósti samstundis teimum, sum leiga sína íbúðir og hús út gjøgnum felagið, so hjálparátakið kann verða veruleiki.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at AirBnB hjálpir fólki, sum flýggjar undan armóð.

Fyrstu ferð var í 2012, tá ódnin Sandy legði nógv heim í oyði í New York. Tá fingu fleiri enn 1.000 fólk eina fyribils íbúð ókeypis gjøgnum AirBnB.

Síðani eru líknandi átøk gjørd eftir náttúruvanlukkur, í eitt nú Meksiko og Avstralia.

Sambært BBC, hava tey fyrstu 165 afghansku flóttafólkini longu fingið innvist í fyribils íbúðum ymsastaðni í USA.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558