Ikki heimild at krevja gjald fyri geyma

Ikki heimild at krevja gjald fyri geyma
Tey, sum hava rindað 350 kr. fyri geyma frá Talgildu Føroyum, skulu hava peningin aftur
Einki gjald er ásett, og tí hevur Talgildi Samleikin ikki heimild at krevja gjald fyri geyma, sigur Løgtingsins umboðsmaður.
Mynd: Savnsmynd.  
 
25.08.2021 - 11:38

Eingin heimild er til at taka 350 krónur fyri at útvega talgilda samleikan á geyma. Tí skulu tey, ið hava rindað fyri ein geyma, hava peningin aftur. 

Umboðsmaðurin hevur eftir fyrispurning frá einum borgara kannað, um Talgildu Føroyar hava rætt til at kreva 350 krónur í gjaldi fyri geyman. 

Umboðsmaðurin sigur í niðurstøðu síni, at tað í grein 11 í løgtingslógini um talgildan samleika er ásett, at landsstýrismaðurin kann áseta slíkt gjald, men í frágreiðingini til umboðsmannin ásannaði Fíggjarmálaráðið, at landsstýrismaðurin enn ikki hevði ásett reglur í kunngerð um gjald fyri geyman.

Skuldi vera ókeypis

Av tí at kunngerðin ikki var gjørd, og at upprunaliga ætlanin í lógini var, at geymin skuldi vera ókeypis, fáa teir persónar, ið longu hava goldið fyri geyman, peningin aftur.

Ein annar spurningur, sum hevur tikið seg upp, er, um tað er neyðugt at møta persónliga á staðnum fyri at fáa ein geyma til talgilda samleikan, um tú ikki hevur fartelefon ella teldil. 

Niðurstøðan í hesum førinum er, at tað er neyðugt sambært altjóða trygdarkrøvum um talgildan samleika. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120