Eingin amerikanskur hermaður eftir í Afganistan

Eingin amerikanskur hermaður eftir í Afganistan
Millum 100 og 200 amerikanskir ríkisborgarar eru eftir í Afganistan, og teir vilja eisini sleppa av landinum
Seinastu flogførini við amerikanskum hermonnum fóru úr Kabul í gjárkvøldið.
 
31.08.2021 - 08:50

Síðstu amerikansku hermennirnir eru nú farnir úr Afganistan. Umleið klokkan 20.30 okkara tíð í gjárkvøldið fór síðsta amerikanska hernaðarflogfarið á flog úr Hamid Karzai floghavnini í Kabul.

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, váttar, at enn eru millum 100 og 200 amerikanskir ríkisborgarar í Afganistan, sum vilja sleppa úr landinum. Myndugleikarnir í USA ætla framvegis at royna at hjálpa teimum heim, men tað verður uttan amerikanska hernaðarmegi í landinum.

6.000 hermenn

Teir knapt 6.000 amerikansku hermennirnir, ið hava staðið fyri trygdini uttan fyri flogvøllin í Kabul, eru farnir heim, og tað fer at broyta trygdarstøðuna í Afganistan. Tað heldur David Vestenskov, sum er høvuðsráðgevi hjá danska Verjuakademiinum.

- Vit fara iki at síggja hermenn úr vesturheiminum aftur í Afganistan í nøkur ár. Men amerikanskar fregnartænastur fara framvegis at hava eyguni við hóttanum um yvirgang, sum kunnu raka okkum, sigur David Vestenskov.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Mánadag 23. mars
Morgunlestur mánadagur 23.mars 2026
205920
Sunnudag 22. mars
Valkøn fríggjakvøldið 20. mars 2026
206022
Sunnudag 22. mars
Valkøn sunnukvøldið 22. mars 2026
206019
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. mars
Trapputing av Oyrasundi
206018
Sunnudag 22. mars
Andaktin
206013
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta úr Kunoyar kirkju
206001
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984