Stakk seks fólk í Ný Sælandi

Stakk seks fólk í Ný Sælandi
Forsætisráðharrin sigur, at talan var um eina yvirgangsatsókn
Forsætisráðharrin í Ný Sælandi sigur, at maðurin, sum framdi atsóknina, tók undir við Islamskum Stati.
 
03.09.2021 - 10:48

Løgreglan í Ný Sælandi hevur skotið og dripið ein mann, eftir at hann stakk seks fólk í einum handilshúsum í størsta býnum, Auckland.

Sambært forsætisráðharranum í landinum, Jacindu Ardern, var talan um eina yvirgangsatsókn. Sambært henni er maðurin ættaður úr Sri Lanka, og hann tók undir við framferðini hjá Islamskum Stati.

Hon sigur eisini, at trygdarløgreglan visti um mannin, og hevði eyguni eftir honum alt samdøgrið.

Sambært Ardern, var einki sum bendi á, at maðurin fór at fremja eina atsókn í dag.

Øll seks fólkini sum vórðu stungin, eru løgd inn á sjúkrahús, og hjá trimum av teimum er støðan ivasom.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328