Handa sáttmálakrøvini í dag

Handa sáttmálakrøvini í dag
Starvsfelagið hevur sagt sáttmálan við Fíggjarmálaráðið upp at fara úr gildi 1. oktober
Starvsfelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið hava havt ein fund, har samráðingarnar vórðu lagdar til rættis. Í dag verða sáttmálakrøvini handað.
 
22.09.2021 - 08:53

Í dag fara Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið at geva hvørjum krøvini í sambandi við sáttmálan, sum skal koma 1.oktober.

Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið hava gjørt avtalu um at samráðast saman.

Starvsfelagið segði sáttmálan við Fíggjarmálaráðið upp at fara úr gildi 1.oktober.

Bara Starvsfelagið hevur sagt sáttmálan upp í hesum umfarinum.

Allir hinir sáttmálarnir hjá Fíggjarmálaráðnum vara til 1.oktober næsta ár ella longri.

Enn eru nakrir sáttmálar at samráðast um, sum vóru uppsagdir 1.oktober í fjør.

Talan er um fimm bólkar í Sjúkrahúsverkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891