KÍ kann blíva føroyameistari í dag

KÍ kann blíva føroyameistari í dag
Um KÍ vinnur ímóti ÍF og Víkingur ikki fær trý stig ímóti 07 Vestur á Dungasandi, verða klaksvíkingar føroyameistarar í dag
Um úrslitini laga seg, verður KÍ føroyameistari í dag
 
26.09.2021 - 14:12

KÍ kann vinna føroyameistaraheitið í dag í Betri-deildini við monnum.

Um KÍ vinnur ímóti ÍF, samstundis sum Víkingur ikki fær fult ímóti 07 Vestur á Dungasandi, vinna klaksvíkingar føroyameistaraheitið longu í fimtsíðsta dysti.

Hinir báðir dystirnir í dag eru grannauppgerðin millum B68 og NSÍ á Svangaskarði og B36 ímóti EB/Streymi á Ovara vølli í Gundadali.

24. umfar í Betri--deildini við monnum

Kl.15.00
ÍF-KÍ
B36-EB/Streymur

Kl. 16.00
07 Vestur-Víkingur

Kl. 17.00
B68-NSÍ

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114