Sámal Erik Hentze hevur valt sínar menn

Sámal Erik Hentze hevur valt sínar menn
Smávegis broytingar eru í U21-landsliðshópinum hjá Sámali Erik Hentze í mun til tann, sum fekk javnleiki ímóti Fraklandi fyrr í hesum mánaðinum
Sámal Erik Hentze - her eftir javnleikin ímóti Fraklandi - hevur valt sínar menn
 
27.09.2021 - 11:55

U21-fótbóltslandsliðið við monnum til dystirnar ímóti Norðurmakedónia og Ukreina er tikið út.

Andrias Edmundsson, Lukas Giessing og Jonn Johannessen eru við aftur í mun til hópin, sum fekk javnleik ímóti Fraklandi og tapti ímóti Armenia fyrr í september.

Dysturin ímóti Norðurmakedónia verður spældur við Djúpumýru 7. oktober, og landsliðsvenjarin, Sámal Erik Hentze, segði seg gleða seg til at spæla í Klaksvík og vónaði at síggja nógvar áskoðarar.

Seinni dysturin - ímóti Ukreina á útivølli - verður á Zaparizhzya City leikvøllinum 12. september. 

U21-landsliðshópurin

Málverjar
Bjarti Vitalis Mørk, HB
Rasmus Nilsson, Hvidovre IF (Danmark)
Ari Petersen, 07 Vestur

Verjuleikarar
Børge Petersen, KÍ
Aleksandur Ólavsson Jensen, B68
Áki Johannesen, B68
Andrias Edmundsson, Águilas (Spania)
Pætur Turiðarson Skipanes, NSÍ
Hanus Sørensen, Middelfart BK (Danmark)

Miðvallarar
Noah Hans Mneney, Víkingur
Ingi Jonhardsson, Víkingur
Símun Sólheim, EB/Streymur
Stefan Radosavljevic, HB
Lukas Giessing, HB
Áki D. Samuelsen, HB
Heini F. Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)
Andrass Johansen, B36
Ragnar Skála (AB)
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)

Framherjar
Steffan Abrahamsson Løkin, B68
Jonn Johannessen, KÍ

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040