Kommunufelagið: Lóg forðar ikki útlendingum at keypa fastogn

Kommunufelagið: Lóg forðar ikki útlendingum at keypa fastogn
Felagið heldur, at onnur tiltøk mugu setast í verk, so útlendskar fyritøkur og útlendsk vinnufeløg ikki ótarnað kunnu keypa fastogn í Føroyum
Kommunufelagið heldur, at útlendsk feløg og einstaklingar eiga at hava skattskyldu í Føroyum, skulu tey eiga fastogn her.  
 
28.09.2021 - 08:40

Lógaruppskotið hjá landsstýrinum um fastogn og útlendingar í Føroyum forðar ikki fyri, at útlendskar fyritøkur kunnu keypa fastogn í Føroyum sum teimum lystir, sama hvar bústaður teirra er.

Tað sigur Kommunufelagið um uppskotið hjá landsstýrinum, sum eftir ætlan landsstýrisins skal forða fyri, at fólk, sum ikki búgva í Føroyum, keypa hús og jørð í Føroyum.

Kommunufelagið sigur, at onnur tiltøk mungu gerast, so útlendskar fyritøkur og útlendsk vinnufeløg ikki ótarnað kunnu keypa fastogn í Føroyum.

Felagið heldur eisini, at ein neyvari greining eigur at gerast, sum millum annað umfatar royndirnar hjá grannalondunum, áðrenn lógaruppskot verður gjørt um fastogn og útlendingar.

Kommunufelagið heldur, at útlendsk feløg og einstaklingar eiga at hava skattskyldu í Føroyum, skulu tey eiga fastogn her.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723