Kunnu fiska 900.000 tons av lodnu

Kunnu fiska 900.000 tons av lodnu
Lodnan í íslendskum sjógvi er komin fyri seg. Gýtingarstovnurin er nú 1,8 mió. tons
Lodnan í íslendskum sjógvi er komin fyri seg. Einki var fiskað í fjør.
 
04.10.2021 - 08:54

Íslendska havstovan mælir til, at fiskast kunnu 904.000 tons av lodnu í næstu vertíð, 2021-2022.

Tilmælið verður endurskoðað fyrst í komandi ári. 

Gýtingarstovnurin er nú stív 1,8 milliónir tons. Havstovan hevur boðað frá, at útlitini fyri árini 2022 og 2023 eru eisini góð.  

Føroyar eiga fimm prosent

Lodnan í íslendskum sjógvi er komin fyri seg. Tað er ikki so langt síðani, at eingin lodna yvirhøvur var fiskað.

Í seinastu vertíð, 2020-2021, vóru fiskað 128.600 tons av lodnu. Einki var fiskað í 2020. 

Føroyar eiga fimm prosent av íslendsku lodnukvotuni, tó í mesta lagi 30.000 tons.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610