Keypa nógv meira í Rúsuni

Keypa nógv meira í Rúsuni
Sølan í fjør var 10 milliónir kr. størri enn í 2018. Orsøkin er fólkatilflyting og sera góður samfelagsbúskapur
Nú keypa fólk meira vín og øl og minni brennivín í Rúsuni.
 
05.10.2021 - 09:17

Rúsdrekkasøla landsins seldi nógv meira í fjør enn hini árini, Rúsan hevur verið til. Hon byrjaði í 1992.

Sølan í fjør var 4,2 mió. kr. størri enn í 2019 og næstan 10 milliónir størri enn í 2018.

Orsøkin er, sigur Rúsdrekkasølan í ársfrágreiðingini fyri 2020, fólkatilflytingin og sera góður samfelagsbúskapur.

Rúsdrekkasølan seldi fyri góðar 145,7 mió. kr. í fjør.

Drekka øðrvísi

Seinastu tíggju árini hevur umsetningurin hjá Rúsdrekkasøluni verið millum 117 og 145 mió. kr. um árið.

Síðani rúsdrekkasølan kom, eru føroyingar farnir at drekka øðrvísi. Minni spiritus verður drukkið, og yvirhøvur drekka fólk minni reint alkohol nú.

Nú keypa fólk meira vín og øl og minni brennivín.

Miðal alkoholstyrkin minkaði úr 20,6 prosentum í 1992 niður í 9,8 prosent í 2020

Nýtslan í 1992 var 8,8 litrar av reinum alkoholi fyri hvørt fólkið, 15 ár og eldri. Í 2020 var hon 6,5 litrar. 

Tá er tað tollfría ikki talt við. Tann sølan var 1,6 litrar fyri fólkið í 2019 og 0,9 í 2020.

Tollfría sølan vaksin

Tollfría sølan er nógv vaksin.

Seinastu 10 árini er tann sølan vaksin stív 80 prosent.  Men sølan innanlands hjá Rúsini er bara vaksin 12 prosent. 

Í 2020 keyptu fólk tó meira innanlands og nógv minni tollfrítt.

Orsøkin er ferðaavmarkingar í sambandi við koronu.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025