Atkvøða í dag um at selja Magn

Atkvøða í dag um at selja Magn
Partaeigarafundurin í Skeljungi verður í Reykjavík seinnapartin
Føroyska smápartafelagið Magn hevur samráðingar við Skeljung um at keypa Magn
 
07.10.2021 - 08:37

Í dag klokkan fimm seinnapartin okkara tíð fara partaeigararnir í íslendska oljufelagnum Skeljungi at atkvøða um uppskotið hjá nevndini um at selja dótturfelagið í Føroyum, Magn.

Partaeigarafundurin verður í Reykjavík.

Fyrst í september boðaði Skeljungur íslendska keypsskálanum frá, at føroyska smápartafelagið, Orkufelagið, var í samráðingum um at keypa Magn. 

Miðað verður eftir, at endaliga avtalan verður klár í november. 

606 mió. kr.

Sambært fráboðanini er keypsprísurin 606 milliónir krónur í okkara peningi. 

Við í tí prísinum eru yvirtikin skuld og onnur fíggjarlig viðurskifti.

Skeljungur ætlar at selja Magn, tí felagið ætlar at minka oljusøluna og heldur leggja dent á aðrar orkukeldur.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025