Róku fyri vág og vind í ein mánað

Róku fyri vág og vind í ein mánað
Tveir menn vórðu í síðstu viku bjargaðir við Papua Ný Guinea eftir at hava rikið 29 dagar á havinum..
Teir livdu av regni og køkusnøtum, meðan teir róku á havinum.
 
09.10.2021 - 14:24

Tveir menn vórðu í síðstu viku bjargaðir við Papua Ný Guinea eftir at hava rikið 29 dagar á havinum. Hetta skriva fleiri miðlar í dag.

Sambært netmiðlinum France24 fóru teir báðir Livae Nanjikana og Junior Qoloni úr Solomon-oyggjunum tann 3. september, men fáar tímar seinni kom illveður á teir.

Teir mistu landið úr eygsjón, og tá battaríið í GPS'aranum brendi út stutt seinni, valdu teir at sløkkja motorin fyri at spara upp á brennievni.

Regn og kokosnøtir

Fyrstu náttina stríddust teir móti illveðrinum og róku longri og longri út á havið.

Fyrstu níggju dagarnar livdu teir av appilsinum, teir høvdu við sær umborð, men tá tær blivu uppi, livdu teir av regnvatni og kokosnøtum, sum komu rekandi framvið.

Teir gjørdu eina mastur av árum og høvdu lørift til eitt segl og sigldu síðani við vindinum, sum førdi teir til Papua Ný Guinea. Har fingu teir samband við ein útróðarbát, og stutt seinni fingu teir aftur fast undir fótum, 29 dagar eftir at teir vóru farnir úr landi 400 kilometrar burturi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558