Stjórin í Bústøðum settur undir umsiting

Stjórin í Bústøðum settur undir umsiting
Nýggj starvsskipan er gjørd fyri Bústaðir, og hon liggur nú til góðkenningar í Almannamálaráðnum
Andras Róin, stjóri í Bústøðum, er settur undir umsiting.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.10.2021 - 11:06

Regin Hammer, stýrisformaður, hevur sett Andras Róin, stjóra í Bústøðum, undir umsiting. Tað hevur hann gjørt í nýggjari starvsskipan fyri Bústaðir, ið nú liggur til góðkenningar í Almannamálaráðnum. Andras Róin er ikki til arbeiðis í løtuni.

Stjórin sleppur hvørki at tosa við miðlar, ella kunna um bústaðarfelagið uttan góðkenning frá Regini Hammer, nevndarformanni.

Nýggj starvsskipan

Hetta hevur nevndarformaðurin gjørt við at seta nýggja áseting í starvsskipanina fyri Bústaðir.

Talan er um punkt 6.3 í starvsskipanini, har staðfest verður, at  "Stýrisformaðurin myndar felagið saman við stjóra. Stjórin úttalar seg vegna felagið eftir avtalu við stýrisformannin. Kunning úr felagnum er eftir avtalu við stýrisformannin".

Slík áseting hevur ikki áður verið í starvsskipanini fyri Bústaðir, men varð samtykt á stýrisfundi á mikkjalsmessu, tann 29. september. Tó ikki av einum samdum stýri. Tríggir stýrislimir vóru fyri broytingini og tveir ímóti.

Regin Hammer er formaður í stýrinum fyri Bústaðir.

Regin Hammer, stýrisformaður, Tom Silvurdal og Anna Maria Joensen, sum Elsbeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, tilnevndi sum nýggjar stýrislimir frá 1. mai í ár, atkvøddu fyri nýggju ásetingini.

Emmy Sandberg Joensen og Una Joensen atkvøddu ímóti. Tær eru einastu stýrislimirnir, sum ikki eru nýggir.

3-2

Starvsskipanin varð sostatt samtykt við trimum móti tveimum atkvøðum, og sum Kringvarpið skilir, er hetta við 3-2 atkvøðugreiðslu vorðin alsamt meira vanligur kostur í stýrisarbeiðinum.

Nýggja starvsskipanin skal formliga góðkennast av landsstýriskvinnuni í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Landsstýriskvinnan vil ikki tosa við Kringvarpið um málið, men sigur í einum SMS-boðum: "Eg havi onki at siga til málið um uppskotið til starvsskipan hjá Bústøðum, tí tað er júst komið inn og verður fyrst viðgjørt av míni umsiting, áðrenn eg fái tað til støðutakan."

Eyðfinnur Jacobsen, advokatur, hevur drúgvar royndir sum nevdar- og stýrislimur. Í flestu førum hevur hann verið formaður. Hann undrast á nýggju ásetingina í starvsskipanini hjá Bústøðum.

Stjórin sjúkraskrivaður

Stjórin í Bústøðum, Andras Róin, er ikki til arbeiðis í løtuni. Hann er sjúkraskrivaður. Tað váttar hann fyri Kringvarpinum. Tá Andras Róin verður spurdur, um hetta hevur nakað við nýggju støðuna at gera, er svarið, at "hann kann ikki úttala seg um Bústaðir yvirhøvur".

Eitt annað nýtt punkt er eisini komið inn í starvsskipanina. Nú skal tað ikki longur vera stjórin, sum teknar stovnin við undirskrift, men stýrisformaðurin. Eisini skal stjórin biðja um loyvi frá stýrisformanninum, um hann ætlar at brúka peningaupphæddir, sum eru størri enn 500.000 krónur.

Stýrið fyri Bústaðir, sum tók við 1. mai, avmyndað saman við landsstýriskvinnuni í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584