Drap bretskan politikara í eini kirkju

Drap bretskan politikara í eini kirkju
Sir David Amess varð stungin til deyðis, meðan hann tosaði við veljarar
Sir David Amess varð stungin, meðan hann tosaði við veljarar.
Mynd: RitzauScanpix  
 
15.10.2021 - 15:45

Bretski parlamentslimurin, Sir David Amess, varð í dag stungin til deyðis, meðan hann tosaði við veljarar í eini kirkju í býnum Leigh-on-Sea í Essex.

Klokkan 12:05 fekk bretska løgreglan fráboðan um, at ein maður var stungin fleiri ferðir í Belfairs Methodist Church í Leigh-on-Sea. Sambært løgregluni var ein knívur funnin á staðnum, og ein 25 ára gamal maður er handtikin, undir illgruna fyri morð, skrivar BBC.

Sambært The Guardian fór maðurin inn í kirkjuna og stakk Sir David Amess fleiri ferðir við knívi. 

Koma av gøtuni at hitta politikarar

Løgreglan leitar ikki eftir øðrum í sambandi við morðið.

Tað er ikki óvanligt í Bretlandi, at politikarar hava sonevnd constituency surgery, har teir sita og taka ímóti fólki, sum koma inn av gøtuni og fáa eitt prát við politikaran. Tað var til eitt sovorðið tiltak, at Sir David Amess varð myrdur.

Sir David Amess var 69 ára gamal. Hann hevur sitið í bretska parlamentinum síðani 1983, har hann umboðaði Konservativa flokkin. Hann var giftur og átti fimm børn.

Ein 25 ára gamal maður, sum kom inn í kirkjuna, er tikin fyri at hava dripið bretska parlamentslimin. (Mynd: RitzauScanpix)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040