Týskland: Samgongusamráðingar byrja í morgin

Týskland: Samgongusamráðingar byrja í morgin
Sosialdemokratarnir, sum eru størsti flokkur í samveldistinginum, ætla at skipa samgongu saman við Teimum grønu og Fríu demokratunum
Leiðararnir í SPD, Teimum grønu og FPD boðaðu fríggjadagin frá, at flokkarnir eru samdir um at fara undir veruligar samgongutingingar. Og í morgin verður lagt til brots.
Mynd: RitzauScanpix  
 
17.10.2021 - 10:45

Í morgin fara floksleiðararnir í SPD, Teimum grønu og Fríu demokratunum undir formligar samráðingar um at skipa stjórn í Týsklandi.

Formaðurin hjá sosialdemokratunum, Olof Scholz, sigur, at flokkurin er samdur um at fara undir samgongutinginar við Umhvørvisflokkin og Fríu demokratarnar.

Val til týska samveldistingið var 26. september, og síðani hava fleiri samgongumøguleikar verið nevndir.

SPD størsti flokkur

SPD gjørdist størsti flokkur á valinum við 25,7 prosentum av atkvøðunum. Konservativu flokkarnir, CSU og CDU, fingu 24,1 prosent. 

Tey grønu fingu 14,8 prosent og Fríu demokratarnir 11,5 prosent.

SPD hevur tilsamans 206 sessir í samveldistinginum. Tey grønu og FDP fingu tilsamans 210 sessir.

Merkel gevst

Angela Merkel úr CDU hevur verið stjórnarleiðari seinastu 16 árini, men hon gevst nú í politikki. 

Eydnast tað sosialdemokratunum, Teimum grønu og Fríu demokratunum at skipa stjórn, er tað fyrstu ferð síðandi fimmti-árini, at tríggir flokkar mynda samgongu í Týsklandi.

Ein stóran part av síni stjórnartíð, stóð Angela Merkel á odda fyri eini stjórn, sum CDU/CSU og sosialdemokratarnir myndaðu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. mars
Jambalaja - 210326
205988
Leygardag 21. mars
Upp á tá - 200326
205987
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949