Kriminalforsorgin: Betri samstarv við myndugleikar í Føroyum

Kriminalforsorgin: Betri samstarv við myndugleikar í Føroyum
Arbeiðsbólkurin, sum var settur fyrst í ár at greina Kriminalforsorgina í Føroyum, hevur latið frá sær greiningina
Landsstýrið og danska mentamálaráðið skulu samráðast um fjølrboyttari tilboð um útbúgving og arbeiði í varðhaldinum í Mjørkadali.
 
20.10.2021 - 09:25

Betri samstarv skal vera millum Kriminalforsorgina og myndugleikarnar í Føroyum um leyslatnar fangar.

Kriminalforsorgin skal seta seg í samband við Almannaverkið um, hvussu hetta arbeiðið skal gerast.

Føroyski-danski arbeiðsbólkurin, sum var settur fyrst í ár at greina Kriminalforsorgina í Føroyum, hevur latið frá sær greiningina.

Hon viðger fyrst og fremst, hvussu fólk, sum vera dømd inn at sita, skulu fáa betri umstøður í Føroyum.  

Fjølbroyttari tilboð

Millum annað verður mælt til, at landsstýrið og danska mentamálaráðið samráðast um størri fjølbroytni í tilboðunum um útbúgving og arbeiði í varðhaldinum í Mjørkadali.

Eisini mælir bólkurin til at kanna, um serligt hús kann gerast til leyslatin at búgva í beint eftir, at tey eru latin leys. Slík hús vera brúkt til at slúsa fólk út aftur í samfelagið, beina tey á rætta leið.

Kriminalforsorgin hevur sjey slík hús í Danmark, men einki í Føroyum. Kriminalforsorgin tosar við Bláa kross um slíkan møguleika í Føroyum.

Í løtuni er tó ikki brúk fyri slíkum húsi í Føroyum, heldur arbeiðsbólkurin. 

Í arbeiðsbólkinum vóru umboð fyri landsstýrið, danska løgmálaráðið, Kriminalforsorgina í Danmark og í Føroyum og politiið í Føroyum.

Bólkurin hevði níggju fundir, frá 5.februar til 13.september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120