Pengarnir tróta ikki - serlæknarnir gera

Pengarnir tróta ikki - serlæknarnir gera
Landssjúkrahúsið hevur pengar til serlækna í eldrasjúkum, geriatri, í hálva tíð. Men eingin lækni er at fáa
Jacob Jørgensen
 
20.10.2021 - 07:14

Í 2015 var ein serlækni í eldrasjúkum settur í Landssjúkrahúsinum í nakrar mánaðir.

Men síðani tá hevur eingin serlækni í eldrasjúkum verið í starvi í Føroyum.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, í svari til Tord Niclasen, løgtingsmann.

Hann sigur í svarinum, at leiðslan í Sjúkrahúsverkinum veit ikki um nakran føroying, sum er serlækni í eldrasjúkum.

Og nærum vónleyst er at fáa nakran slíkan lækna, men roynt verður aftur í næstum.

 

Eingin velur sergreinina

Medisinski depilin í Landssjúkrahúsinum hevur spurt Región Øst í Danmark, um ein lækni kann byrja høvuðsútbúgvingina í geriatri í Landssjúkrahúsinum og gera seg lidnan í Danmark. 

Men tað er trupult at fáa yngri læknar at velja sergreinina geriatri, eldrasjúkur, og ikki er lokkandi at arbeiða sum einsamallur serlækni í eldrasjúkum í Føroyum, svarar Kaj Leo Holm Johannesen.

Tordur Niclasen vísir á, at í samgonguskjalinum stendur, at serlækni í eldrasjúkum skal setast í Føroyum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Vikuskiftið 15 mei 2026
208421
Fríggjadag 15. mai
LEITISSTEIN 15.05.2026 (Beinir)
208417
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Hondbóltur: Undansending
208434
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365