Bjarni avloysir Bjørt

Bjarni avloysir Bjørt
Formansskifti hevur verið í vinnunevndini hjá løgtinginum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.10.2021 - 10:38

Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, verður formaður í vinnunevndini hjá løgtinginum restina av valskeiðinum. 

Tað er ein avtala millum teir báðar stóru andstøðuflokkarnar, Tjóðveldi og Javnaðarflokkin, sum er orsøkin til skiftið.

Tá nevndirnar blivu skipaðar eftir valið. avtalaðu Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin at skifta forfólkið í vinnunevndini miðskeiðis í valskeiðinum. 

Bjarni Hammer tekur við eftir Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum hevur røkt sessin tey fyrstu tvey árini. 

Í august var eitt líknandi skifti gjørt í mentanarnevndini hjá løgtinginum, tá Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, avloysti Djóna Nolsøe Joensen, tingmann fyri Javnaðarflokkin, sum forfólk. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424