Bjóða triðja prikið í Klaksvík

Bjóða triðja prikið í Klaksvík
Tilboðið um koppseting fyri koronu er ætlað fólki oman fyri 65 ár, ella 65+
Støkk-inn til triðju koppseting verður í Skálanum í Klaksvík leygardagin.
 
27.10.2021 - 08:45

Klaksvíkar sjúkrahús boðar nú frá støkk-inn til triðju koppseting fyri koronu.

Koppsetingin verður í Skálanum í Klaksvík leygardagin, 30.oktober frá kl.10.00 til 16.00.

Tilboðið er ætlað fólki oman fyri 65 ár, ella 65+. 

Treytin fyri at fáa triðju koppsetingina er, at meira enn seks mánaðir og 14 dagar eru farnir síðani aðru koppsetingina. 

Annað prik 16. apríl

Øll oman fyri 65 ár, sum fingu annað prikið fyri 16.apríl, kunnu nú fáa tað triðja.

Klaksvíkar sjúkrahús sigur, at inngongdin verður við høvuðsdyrnar í Skálanum, tær venda móti bústovninum við Mýruveg. 

Útgongdin verður inni í salinum, út til Bøgøtu.

Sjúkrahúsið minnir fólk á at hava koppsetingarkortið við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595