Søkja eftir fólki til smittusporing

Søkja eftir fólki til smittusporing
Talan er um tíðaravmarkað starv,  til 31. mars næsta ár, og fyrstu tríggjar mánaðirnar er starvið tímalønt
Landslæknaembætið søkir nú eftir fólki til smittusporing.
 
02.11.2021 - 15:37

Landslæknin søkir nú eftir fólki at hjálpa til við smittusporingini. 

Koronusmittan setir met, og starvsfólkini hjá Landslæknanum hava úr at gera.

Landslæknin hevur tí tørv á fleiri fólkum at hjálpa til við at seta seg í samband við fólk, ið eru smittað, tey, sum skulu í sóttarhald, og onnur. Aðrar uppgávur eru eisini.

Hetta er eitt tíðaravmarkað starv,  til 31. mars 2022. Fyrstu tríggjar mánaðirnar er talan um tímaløn.

Í lýsingini verður krav ikki sett um útbúgving ella royndir hjá umsøkjarum.

Landslæknin mælir øllum, sum hava hug til hetta arbeiðið, til at søkja.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970