Undantakstøða í Etiopia

Undantakstøða í Etiopia
Uppreistrarfólk nærkast høvuðsstaðnum Addes Abeba
Abiy Ahmed er forsætisráðharri í Etiopia. Fyri tveimum árum síðani vann hann friðarheiðursløn Nobels, men hevur ført borgarakríggj móti uppreistrarfólkum í eitt ár
 
07.11.2021 - 17:48

Tíggjutúsundtals fólk savnaðust í gøtunum í Addis Abeba, høvuðstaðnum í Etiopia í dag, fyri at mótmæla uppreistrardeildunum, sum nú nærkast høvuðsstaðnum.

Mótmælisfólkini søgdu seg stuðla sitandi stjórn og vera til reiðar at verja høvuðstaðin móti uppreistrarfólkunum, skrivar AFP tíðindastovan.

Undantaksstøða var lýst í Etiopia týsdagin, tá tíðindi bórust, um at uppreistrarfólkini, høvdu tikið býir eini 400 km frá Addis Abeba.

Uppreistrarbólkurin nevndur TPLF, kemur úr Tigray landslutinum, har norðuri í Etiopia.

Fleiri lond heita nú á sínar borgarar um at sleppa sær úr landinum, tí trygdarstøðan er so mikið spent.

Eisini ST-trygdarráðið heitti í gjár á partarnar í Etiopia, um at gevast við stríðnum og at strongdi á fyri at fáa samráðingar í lag, um eina vápnahvíld.

Fyrr í vikuni, 3. november var júst eitt ár síðani at borgarakríggi brast á millum stjórnarherdeildirnar og uppreistrardeildirnar í Tigraylandslutinum.

Tá segði forsætisráðharrin Abiy Ahmed í røðu, at hann skuldi jarða fíggindarnar hjá sær í blóði.

Tað eru annars bert tvey ár síðani, at tann sami Abiy Ahmed vann friðarheiðursløn Nobels, fyri friðarfremjandi arbeiði hann hevði gjørt millum Etiopia og grannalandi fyri norðan, Eritrea.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425