Mótmæla hermannastýrinum í Sudan

Mótmæla hermannastýrinum í Sudan
Í minsta lagi 14 fólk eru deyð, og nógv fleiri eru handtikin
Í minsta lagi 14 fólk eru deyð í samanbrestum millum mótmælisfólk og myndugleikarnar í Sudan seinastu dagarnar.
Mynd: RitzauScanpix  
 
08.11.2021 - 10:36

Stórar mótmælisgongur eru ímóti hernaðarstýrinum í Sudan. 

- Tað eru serliga tey ungu, sum eru vónbrotin av støðuni, sigur Berte Marie Ulveseter, sum umboðar Kirkens Nødhjælp í Sudan, við norska NRK.

Herurin brúkar táragass móti mótmælisfólkunum.

Ulveseter sigur, at tey, hon hevur tosað við, siga seg ikki fara at gevast við mótmælunum.

Kennir seg trygga

- Brúgvarnar um Nilánna eru ofta stongdar. Bankarnir hava latið aftur, og einki internet er, sigur hon.

Ulveseter sigur, at hon kennir seg trygga í Sudan, hóast hon er útlendingur. Men støðan hjá teimum lokalu starvsfólkunum er ótrygg. Støðan er óviss, og fólk meta um frá degi til dags, um tað er ráðiligt at møta til arbeiðis.

Eftir kvettið, sum var 25. oktober, hava fleiri mótmælisgongur verið. Í minsta lagi 14 fólk eru deyð, og nógv fleiri eru handtikin.

Tað eru fyrst og fremst ungfólk og kvinnur, sum mótmæla statskvettinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558