Stórt rúsevnismál fyri rættin

Stórt rúsevnismál fyri rættin
Tveir menn eru ákærdir fyri at hava 1590 gramm av amfetamini, 177 gramm av ketamini og 406 gramm av hashi, sum sambært ákæruritinum var ætlanin at selja
Eitt umfatandi rúsevnamál er fyri í rættinum komandi dagarnar
Mynd: Savnsmynd  
 
08.11.2021 - 07:56

Føroya rættur fer hesa vikuna at viðgera enn eitt stórt rúsevnismál.

Tveir menn eru ákærdir fyri at hava 1590 gramm av amfetamini, 177 gramm av ketamini og 406 gramm av hashi, sum sambært ákæruritinum var ætlanin at selja.

Hetta var fyri 8.januar í ár.

 

Hevði avsagaða byrsu

Annar maðurin er eisini ákærdur fyri seks onnur lógarbrot.

Hann er ákærdur fyri at sláa ein politist so illa, at politisturin fekk skaða.

Hann er ákærdur fyri at hava undir hond 28,4 gramm av amfetamini og 0,72 gramm av evninum C-B.  

Maðurin er ákærdur fyri hava eina avsagaða byrsu, 14 høglpatrónir og ein springknív.

 

Ein ørgrynna av rúsevnum

Og ein ákæra umfatar nógv rúsevni, 7,46 gramm av amfetamini, 3,37 gramm av psi locybinsoppum, 1,8 gramm av MDMA, 48,4 gramm av ketamini, eina ADHD tablett, 1,05 gramm kokain og 0,35 gramm av hashi.

Seinasta ákæra er um, at maðurin í summar skal hava av órøttum havt eina fartelefon í varðhaldinum í Mjørkadali.

Ákæruvaldið krevur, at vápnini, rúsevnini og fartelefonin, sum eru nevnd í ákæruritinum, verða drigin inn.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672