Veljarakanning: Samgongan missir meirilutan

Veljarakanning: Samgongan missir meirilutan
Stóri taparin er Sambandsflokkurin, og stóri sigurharrin er Javnaðarflokkurin
Var løgtingsval nú, hevði samgongan mist tveir tinglimir, sum andstøðan hevði fingið, vísir kanningin, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Norðlýsið.
 
08.11.2021 - 11:02

Samgongan missir meirlutan í eini spyr.fo-kanning, sum er gjørd fyri Norðlýsið.

Sambært kanningini fær samgongan 15 tinglimir og andstøðan 18. Tað vil siga, at samgongan missir tveir tinglimir, sum andstøðan fær.

Stóri taparin er Sambandsflokkurin, og stóri sigurharrin er Javnaðarflokkurin.

Sambandsflokkurin hevur eina afturgongd upp á 5,1 prosent, og hevði mist tveir tinglimir, um val var nú.

Javnaðarflokkurin hevur eina framgongd upp á 5,9 prosent, og fær tríggjar tingsessir aftrat, vísir kanningin, sum kann lesast á Norðlýsinum.

Sjálvstýri missir sín sess

Kanningin vísir, at Sjálvstýri missir sín tingsess.

Fólkaflokkurin hevur eina afturgongd upp á 1,2 prosent  og Tjóðveldi hevur eina lítla framgongd upp á 0,9 prosent.

Heili 16,4 prosent vita ikki hvønn tey høvdu valt. 

Kanningin var gjørd fríggjadagin 5. november. 

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Sunnudag 7. juni
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
209382
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233