Boða nú eisini frá koronusmittu í sms-boðum

bannari
Boða nú eisini frá koronusmittu í sms-boðum
Tað er umráðandi, at fólk fáa boð skjótast gjørligt, tá koronukanningin er positiv, sigur Sjúkrahúsverkið
Nú verður eisini sagt frá í sms-boðum, um kanningin er positiv.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.11.2021 - 13:56

Hevur tú latið teg kannað fyri koronu á einum av kanningarstøðunum hjá Sjúkrahúsverkinum, fært tú nú eisini sms-boð, um úrslitið er positivt.

Tað boðar Sjúkrahúsverkið frá í dag.

Sagt verður í tíðindaskrivi, at tað er umráðandi, at fólk fáa boð skjótast gjørligt, tá koronukanningin er positiv.

Tí hevur Sjúkrahúsverkið í samráð við Landslæknaembætið gjørt tillagingar í bókingarskipanini soleiðis, at fólk, sum eru kannað positiv fyri koronu, fáa boð beinanvegin, tá kanningarúrslitini eru klár.

Fingu boð frá Landslæknanum

Fyrr hevur mannagongdin verið tann, at tey smittaðu fingu boð, tá Landslæknin setti seg í samband við tey. Nú smittutølini hava sett met, hevur tað tikið longri tíð hjá Landslækanum at fáa fatur á øllum.

Í boðunum frá Sjúkrahúsverkinum stendur úrslitið av kanningini, og at fólk verða biðin um at fara í sóttarhald. Landslæknin setur seg framvegis í samband við tey, ið eru smittað, við nærri kunning og leiðbeining.

Umframt at fáa sms-boð, verður ein váttan eisini send í telduposti.

 

Tillagingar eru gjørdar í bókingarskipanini soleiðis, at fólk, sum eru kannað positiv fyri koronu, fáa boð beinanvegin, tá kanningarúrslitini eru klár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860