- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kina og USA samstarva um at avmarka útlátið

Kina og USA siga seg fara at samstarva um at minka útlátið av veðurlagsgassum fyri 2030.
Tað boðaðu londini frá á COP26-ráðstevnuni í gjárkvøldið, og tað kom óvart á tey flestu.
Avtalan millum Kina og USA verður hildin at vera eitt stórt stig á leiðini at finna eina semju um veðurlagsbroytingarnar á ráðstevnuni í Glasgow, sum eftir ætlan endar í morgin.
- Eg fegnist um góðu boðini sum samstarv ímillum USA og KIna, sum eru londini ið dálka mest, og sum nú vilja samstarva, sigur aðalskrivarin í ST, Antonio Guterres á Twitter.
- At taka við avbjóðingunum á veðurlagsøkinum krevur altjóða samstarv, og samstarvið ímillum USA og Kina er eitt týdningarmikið stig á røttu kósini, sigur Guterres.
























