- Tíðindi, mentan og ítróttur
Seinasti forsetin undir apartheid deyður

Frederik Willem de Klerk, sum var seinasti forseti undir apartheidstýrinum í Suðurafrika, er deyður, 85 ára gamal, skriva Reuters og Ritzau.
Hann var forseti í Suðurafrika frá 1989 til 1994.
de Klerk læt frælsisstríðsmannin, Nelson Mandela, leysan, og teir báðir fingu eisini friðarheiðursløn Nobels í 1993 fyri arbeiðið at taka apartheidstýrið í Suðurafrika av.
Mandela sat í fongsli í 27 ár, og var latin leysur í 1990.
Høgra hond hjá Mandela
de Klerk var formaður í Tjóðskaparflokkinum, sum setti apartheid-skipanina í gildi í Suðurafrika í 1940-árunum.
Flokkurin hjá Nelson Mandela, ANC, vann stórsigur á valinum í 1994. Hetta var fyrsta valið í Suðurafrika, har tey svørtu eisini høvdu valrætt.
Eftir valið skipaðu ANC og Tjóðskaparflokkurin samgongustjórn, og eitt skifti var de Klerk høgra hond hjá Nelson Mandela, sum var forseti til 1999.
Mandela doyði í desember 2013.



























