Uppskot gjørt um barnaváttan

Uppskot gjørt um barnaváttan
Barnaváttan er eitt serligt slag av revsiváttan, og eftir ætlan skal barnaváttarlógin koma í gildi 1. apríl næsta ár
Í einari barnaváttan eru ikki bara upplýsingar um dómar, men um allar avgerðir um kynslig brotsverk móti børnum, eisini avgerðir um ákærufráfall.
Mynd: Savnsmynd  
 
11.11.2021 - 08:35

Nú er gjørt eitt lógaruppskot um barnaváttan.

Barnaváttan skal verja børn móti kynsligum ágangi. 

Landsstovnar, kommunalir stovnar og privatir felagsskapir, bæði vinnufeløg og eitt nú ítróttarfeløg og samkomur, tað eru stutt sagt arbeiðsgevarar, skulu biðja um barnaváttan, áðrenn fólk kemur í beinleiðis og regluligt samband við børn undir 15 ár, sigur Uttanríkis- og Mentamálaráðið, har sum lógaruppskotið er gjørt.

Sagt verður eisini, at breið politisk semja hevur leingi verið um at krevja barnaváttan.

Serligt slag av revsiváttan

Ein barnaváttan er eitt serligt slag av revsiváttan, sum er avmarkað til upplýsingar um ávís lógarbrot.

Í einari barnaváttan eru ikki bara upplýsingar um dómar, men um allar avgerðir um kynslig brotsverk móti børnum, eisini avgerðir um ákærufráfall.

Barnaváttanarlógin skal koma í gildi 1.apríl næsta ár.

Uppskotið er sent til hoyringar, og hoyringarfreistin er til 9.desember. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040