Sonur Gadaffi stillar upp til forsetavalið

Sonur Gadaffi stillar upp til forsetavalið
Seif al-Islam var eitt av trúgvastu starvsfólkunum hjá pápanum, varð dripin í 2011
Seif al-Islam stillar upp til forsetavalið í Libya
Mynd: RitzauScanpix  
 
15.11.2021 - 09:51

Í Libya bjóðar sonur Muammar Gadaffi, Seif al-Islam, seg fram sum forsetavalevi.

Tað skriva fleiri miðlar í Libya.

Seif al-Islam er útbúgvin í London School of Economics, og var eitt av trúgvastu starvsfólkum hjá Gadaffi. Hildið var, at hann fór at taka við eftir pápa sín.

Gadaffi varð dripin í samskipaðum Nato-álopi í 2011, og Seif al-Islam varð tikin til fanga og fekk deyðarevsing.

Latin leysur í 2017

Altjóða revsidómstólurin, ICC, hevur eftirlýst 49 ára gamla Seif al-Islam fyri brotverk móti mannaættini, men í 2017 læt uppreistarherurin hann leysan aftur.

Síðani tá hevur hann ikki tagt um politisku mál síni um at stilla upp til forsetavalið, sum verður hildið jólaaftan, skriva arabiskir miðlar.

Sjálvur sigur Seif al-Islam seg vera eina savnandi fyrimynd, og at hann hevur andstygd fyri teimum, sum tóku við, eftir at pápin fall sum einaræðisharri.

- Tey valdstóku landið, sum nú liggur í sori. Eingin peningur er, og eingin trygd. Her er ikki lív lagað, segði hann í samrøðu við New York Times í juli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV