Eingin ætlan at lata útróðrarbátum makrelkvotu

Eingin ætlan at lata útróðrarbátum makrelkvotu
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur svarað skrivligum fyrispurningi frá Edvu Jacobsen, løgtingskvinnu
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at ongar ætlanir eru um at útluta útróðrarbátum makrelkvotu
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.11.2021 - 16:02

Ongar ítøkiligar ætlanir eru um at útluta útróðrarbátum egnar árskvotur av makreli.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, í svari til skrivligan fyrispurning frá Edvu Jacobsen í Sambandsflokkinum.

Sambært makrelkunngerðini hava útróðrarbátar í bólki 4 og 5 í ár møguleika at fiska av eini felagskvotu av makreli, sum er 389 tons. 

Jacob Vestergaard sigur, at umhugsað verður at broyta hesa tilluting, men málið er ikki liðugt viðgjørt í Fiskimálaráðnum.

Hevur heimild at býta

Landsstýrismaðurin hevur heimild at býta tøkar fiskimøguleikar, sambært sjófeingislógini.

Jacob Vestergaard sigur, at hann heldur tað tí ikki vera neyðugt at leggja uppskot fyri tingið um at broyta sjófeingislógina at loyva útróðrarbátum upp í part av útluta makrelkvotu. 

Løgtingið umrøður í løtuni skrivliga fyrispurningin frá Edvu Jacobsen.

Sí tingvarpið her.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115