Koppseting og sóttarhald eru persónlig viðurskifti

Koppseting og sóttarhald eru persónlig viðurskifti
Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinnu
Jenis av Rana, landsstýrismaður, sigur, at koppseting er privat viðurskifti og ikki almenn.
 
22.11.2021 - 10:32

Um ein persónur, sum til eina og hvørja tíð røkir landsstýrissess, er koppsettur, ella tekur ávísan heilivág, hoyrir ikki undir almenn viðurskifti.

Her er talan um persónlig viðurskifti hjá landsstýrismanninum.

Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, í svari til Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinnu, sum spurdi, um landsstýrismaðurin hevur koppsett seg fyri koronu. til tess at røkja arbeiðið sum landsstýrismaður í uttanríkismálum.

Brúdleyp og sóttarhald

Hon spurdi eisini, um Jenis av Rana hevur verið í brúdleypi, har tíggjutals fólk seinni vóru positiv, tá tey vórðu kannað fyri koronu.

Jenis av Rana svarar, at eisini í hesum førinum er talan um viðurskifti, sum hoyra privatlívinum til, og sostatt ikki snúgva seg um almenn viðurskifti, sum ásett er í tingskipanini.

Ingilín Didriksen Strøm spurdi, um Jenis av Rana eftir brúdleypið hevur verið í sóttarhaldi.

Jenis av Rana svarar, at heldur hetta kemur undir almenn viðurskifti, og tí er einki grundarlag fyri at svara hesum spurningi.

Koppseting eingin fyritreyt

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum sigur, at aftan fyri spurningarnar frá spyrjaranum í besta føri goymir seg tann misskiljing, at koppseting er ein fyritreyt fyri at røkja týdningarmiklu embætini sum landsstýrisfólk.

So er ikki, hvørki sambært stýrisskipanarlóg ella aðrari yvirskipaðari lóg, sigur Jenis av Rana í svarinum til Ingilín Didriksen Strøm. 

Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna, hevur fingið svar frá Jenisi av Rana, landsstýrismanni.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493