- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kongo-ránið: Høvdu fýra feløg í Føroyum
Hví flutti eitt farmaskip við stóru hvítu bókstavunum »TÓRSHAVN« á hekkuni eina rúgvu av villdjórum - fílar, giraffar, sebrur og onnur djórasløg - úr Namibia til ein djóragarð hjá forsetanum í Kongo í 2015?
Og hví hevur ein heilsøla í Kongo flutt einum føroyska flutningsfelagi slakar 100 milliónir krónur á kontu í BankNordik?
Svarið er flutningsfelagið All Oceans Logistics, sum er skrásett at halda til í Mykinesgøtu 5 í Havn, í somu hølum sum Shipping.fo og Krúnborg.
Ognarskapurin í felagnum er útlendskur.
Føroyskur advokatur skrásetti felagið
Alain Wan úr Kongo, búsitandi í Belgia, stovnaði All Oceans Logistics saman við soninum, André Wan, og vinmanninum, Franck Thsibangu, í september 2013.
Føroyski advokaturin, Annfinn Vitalis Hansen, skrásetti felagið við bústaði, har Shipping.fo heldur til. Nú í Mykinesgøtu 5.
Hann var eisini fundarstjóri til aðalfundirnar í felagnum fyrstu tvey árini.
Annfinn Vitalis Hansen vísir annars aftur at hava nakað við virksemið hjá felagnum at gera.
All Ocean Logistics átti og rak farmaskipið El Niño, sum var skrásett í føroysku skipaskrásetingini, FAS. Tað var farmaskipið, sum frammanundan kallaðist SAGA.
FAS ein fyrimunur
Fyrimunir vóru við FAS-skipanini.
Í FAS-skipanini rindar manningin 35 prosent í skatti av bruttolønini. Skatturin verður síðani endurgoldin reiðarínum, sum rindaði lønina.
El Niño sigldi fyri tað mesta í vinnuørindum í Afrika.
Og tað var eisini júst farmaskipið El Niño, sum flutti villdjórini úr Namibia til ein forvitnisligan djóragarð við framkomnum sláturvirki í Kongo, har forsetin, Joseph Kabila, var í holt við at byggja ein ferðafólkadepil.
Sama flutningsfelag, All Oceans Logistics, fekk árini frá 2013 til 2016 slakar 100 milliónir krónur frá heilsøluni EGAL, sum hevur høvuðssæti í Kinshasa, høvuðsstaðnum í Demokratiska Lýðveldinum Kongo.
EGAL, sum hevði fingið ólógliga pengainnspræning úr tjóðbankanum í Kongo.
Fyrsta flytingin er í oktober 2013. Tá vóru 275 túsund og 500 evrur fluttar á bankakontuna í BankNordik.
100 mió. kr.
Og pengar fara eisini í stríðum streymi úr Kongo til Føroya árini eftir.
Í alt flutti EGAL slakar 100 milliónir krónur til Føroya.
Tvey onnur feløg, sum sama persónsnetverk kring fyrrverandi forsetan í Kongo eiga, fluttu All Oceans Logistics aðrar 20 milliónir krónur í hesum tíðarskeiðnum.
Tað vil siga, at tilsamans vóru góðar 120 milliónir krónur fluttar til Føroya.
Alain Wan, André Wan og Franck Tshibangu hava tilsamans havt fýra feløg í Føroyum.
Tey eru All Oceans Logistics, sum nú eitur El Nino, Kubilai Khan, Coete og All Oceans Logistics, sum varð stovnað í 2017.
Feløgini róku farmaskipini El Nino og Kubilai Khan, og gasstangaskipið Luna, sum øll vóru í føroysku skipaskrásetingini.
Alain Wan hevur ikki svarað teimum spurningum, ið fjølmiðlasamstarvið Congo Hold-Up hevur sent honum.