Marglætisskipið á Mykinesgøtu

bannari
Marglætisskipið á Mykinesgøtu
CongoHoldUp: Í fleiri ár hevur loyndarfulla marglætisskipið hjá Kabilanetinum verið ímyndin av yvirflóðini hjá teimum múgvandi. Stolnir pengar eru brúktir til skipið.
Enigma XK er marglætisskip nær Joseph Kabila, fyrrverandi forseta í Demokratiska Lýðveldinum Kongo, sum verður stýrt av Mykinesgøtu í Havn. Shipping.fo er føroyska felagið, sum veitir ymsar tænastur til Enigma XK .
 
23.11.2021 - 18:22

Í fleiri ár hevur Enigma XK verið yvirskrift á fleiri av alheims miðlum, og dúgliga hevur verið gitt um, hvør eigarin veruliga er. Skipið, sum fyri tað mesta hevur havt heimstað í Suður Afrika, er blivið ímyndin av neyðini í Kongo, sum elitan ger sær dælt av. Miðlar hava áður funnið tekin um, at hetta marglætisskipið, Enigma XK, í veruleikanum er ogn hjá Joseph Kabila, fyrrverandi forseta í Demokratiska Lýðveldinum Kongo. Men slóðin hevur ongantíð áður verið so greið, sum hon er í CongoHoldUp lekanum.

Skjølini í CongoHoldUp gera ikki fløktu myndina minni fløkta, men tey siga søguna um, hvussu hetta skipið er blivið umvælt til eitt marglætisskip – og hvør hevur rindað rokningina. Skjølini skapa eina mynd av rokningum, sum verða rindaðar úr fleiri londum, meðan skipið verður stýrt úr einum heilt øðrum: Føroyum.

Á pappírinum er tað stjórin í føroysku fyritøkunum hjá Kabila-netinum, André Wan, sum eigur skipið. André Wan er sonur vinnulívsmannin, Alain Wan, sum sjálvur er sera tætt knýttur at Joseph Kabila. André Wan eigur Enigma XK í fyritøku hjá Wan familjuni, MW Afritec, á Marshall Oyggjunum.


Enigma XK og tilknýti til Joseph Kabila og Føroyar, er á fleiri miðlum úti í heimi í dag. Hetta er alt í sambandi við samstarvið aftan fyri CongoHoldUp søgurnar. 

 

Frá eftirlitsskipi til marglætisskip

2013. Eftirlitsskipið, Norna, verður selt úr bretska flotanum í Skotlandi og sent til Fraklands, til Atlantic Refit Center, at verða umbygt til eitt skip, hóskandi einum greiva.

71 metrar langa skipið skal nú gerast til eitt marglætisskip, sum seinni fer at føra rík fólk kring knøttin - serstakliga til økið kring Suðurpólin.

Nógvar mánaðir og milliónir seinni er skipið liðugt. Nú útgjørt við hitapottum, hitarúmum og seks sovikømrum til 12 gestir. Skipið hevur risastórar, hvítar leðursofur, ein tyrlupall og veggir, sum kunnu latast upp við at trýsta á ein knøtt. 19 starvsfólk eru umborð á Enigma XK, og kann tað leigast fyri 290.000 evrur um vikuna. Áleið 2.1 milliónir krónur vikuliga. Hóast lýst sum marglætisskip, kann Enigma XK bróta í gjøgnum ís uttan nakran trupulleika.

Væl skilligt fekk skipið, stutt eftir at tað varð liðugt umvælt, virðislønina World Superyacht Award, og kundi nú rópa seg vinnara av virðisløn fyri best umvældað skipið tað árið.

Og tað kostaði ikki smávegis. Ein dulnevnd kelda hjá Le Monde sigur, at í alt kostaðu umvælingarnar 25 milliónir dollarar.

 

Ríkiskassin rindar ein part av umvælingunum

Rokningin fyri umvælingarnar á Atlantic Refit Center verður rindað av fleiri ymiskum fyritøkum í Kabila-netinum.

Wan og Piedboeuf standa á odda fyri flestu fyritøkunum, sum hava rindað fyri skipið. Teir báðir hava verið tættastu samstarvsfelagarnir hjá Kabila í fleiri ár. Tað er eisini Wan familjan, Alain og André Wan, sum standa á odda fyri virkseminum hjá Kabila-netinum í Føroyum.

Ein av fyritøkunum, sum rindar fyri umvælingarnar, er serliga merkisverd. Fyritøkan, Port de Fisher. Sum navnið sigur, er hetta á pappírinum ein havn í Kongo. Men virksemið í Port de Fisher er nógv annað enn havnavirksemi.

Skjøl í CongoHoldUp vísa, at felagið, Port de Fisher, fekk minst eina millión evrur ella 7.4 milliónir krónur frá ríkiskassanum í Kongo. Sostatt eru pengar eisini stolnir frá fólkinum í Kongo, sum eru brúktir til at rinda fyri marglætisskipið nær forsetan.

Port de Fisher er um hetta mundið ogn hjá Piedboeuf og Wan familjuni, men í 2015 gerst hetta felagið beinleiðis ogn hjá Joseph Kabila sjálvum.

 

Skipið stýrt úr Føroyum

Shipping.fo hevur ikki viljað gjørt samrøðu við Kringvarpið um Kabila netið og teirra virksemi í Føroyum, ella um marglætisskipið, Enigma XK.

Frá Shipping.fo er skrivliga frágreiðingin, at fyritøkan veitir tænastur av ymsum slagi til Kabila-netið, eins og til aðrar kundar, meðan Shipping.fo sjálvt ikki "rekur" nakað skip.

Hvussu vit so velja at rópa tað, er tað Shipping.fo, sum hevur leiðslu av skipinum, ella, sum tey sjálvi rópa tað á heimasíðuni, tey "managa" marglætisskipið, Enigma XK.

Skipið hevur nú ligið við bryggju í Suður Afrika í longri tíð. Sambært Shipping.fo er orsøkin, at skipið ikki hevur verið í rakstri, meðan koronubylgjan hevur herjað.

 

Hendan myndin er frá heimasíðuni hjá Shipping.fo. Her sæst Enigma XK sum eitt av skipunum, sum felagið sigur seg stýra - ella sum tað eitur á heimasíðuni "vessels in management". 

 

Høvundar: Barbara Holm, Jan Lamhauge, Uni Holm Johannesen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691