Helgi avloysir Edmund í fólkatinginum

Helgi avloysir Edmund í fólkatinginum
Edmund Joensen er farin í farloyvi
Helgi Abrahamsen er farin til verka í fólkatinginum, men fyrst skal hann formliga góðkennast sum fólkatingsmaður við atkvøðugreiðslu í fólkatingssalinum.
 
06.12.2021 - 14:40

Helgi Abrahamsen hevur tikið sæti á fólkatingi fyri Edmund Joensen, sum er farin í farloyvi í eitt styttri tíðarskeið.

Helgi Abrahamsen er í løtuni formaður í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum í løgtinginum, og hann er eisini næstformaður í Sambandsflokkinum.

Helgi Abrahamsen var landsstýrismaður í vinnu- og umhvørvismálum frá 2019 til 2021.

491 atkvøður

Á fólkatingsvalinum í 2019 fekk Helgi Abrahamsen 491 atkvøður, og hann gjørdist nummar fimm á listanum hjá Sambandsflokkinum. 

Hann fer til arbeiðis í fólkatinginum í morgin, tá spurnartími verður við Mette Frederiksen, forsætisráðharra.

Nevndarfundir og aðrir fundir verða eisini á skránni hesa vikuna. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329