- Løgmaður eigur at umhugsa samgonguslit

- Løgmaður eigur at umhugsa samgonguslit
Sambandsflokkurin eigur um neyðugt, og í teimum førum tað skaðar flokkin, at umhugsa at slíta verandi samgongusamstarv, skrivar m.a. Føroya Væl í tíðindaskrivi
 
12.12.2021 - 14:01

Føroya Væl, veljarafelagið hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymoy, hevði limafund fríggjakvøldið. Í dag boðar felagið í tíðindaskrivi frá teimum niðurstøðum, ið limirnir eru komnir ásamt um. 

- Flokkurin eigur at vera ein meira modernaður flokkur, sum dregur til sín ungfólk og annars gevur pláss fyri ymiskum sjónarmiðum og virðum, ið avspeglar tíðina vit liva í.

Felagið heldur, at í málinum um sammøður, eiga tinglimir at vera frítt stillaðir at velja eftir egnari sannføring, og vísir á, at hetta hevur verið siðvenjan hjá flokkinum í mong ár. 

Samgongusamstarvið
Føroya Væl vil vera við, at Jenis av Rana undirgravar koronupolitikkin hjá landsstýrinum og hetta eigur at fáa avleiðingar. 

- Løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum eiga at taka neyðug stig til, at hetta stegðar beinanvegin og heldur tað fram, ja so skal tað fáa avleiðingar fyri viðkomandi, sum undirgravar koronupolitikkin.

Samstundis leggur veljarafelagið dent á, at tað, ið fór fram í síðstu viku, tá Helgi Abrahamsen fór á fólkating og ikki vildi lata løgtingssessin frá sær ímeðan, ikki má koma fyri.

- Sambandsflokkurin eigur at hava eina skipan sum tryggjar, at okkara eykavaldu sleppa framat til annahvørt Fólkatingið ella Løgtingið, tá ein møguleiki er til tess, skrivar Føroya Væl í tíðindaskrivi. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096