SÍ MYNDIRNAR: 3. viðgerð av uppskotunum um sammóður

SÍ MYNDIRNAR: 3. viðgerð av uppskotunum um sammóður
Fylt verður eisini við spentu politisku støðuni við myndum. Bjarni Árting Rubeksen, myndamaður, er í løgtinginum.
Ungfólk gera vart við sína meining uttan fyri løgtingið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.12.2021 - 16:00

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Fyrst var Annika Olsen telvað út úr løgtinginum av sínum egnu í Fólkaflokkinum, áðrenn hon brádliga var telvað inn aftur av Heðini Zachariasen, ið fór í farloyvi.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur offraði sín landsstýrissess í almannamálum, fyri at fara aftur í løgtingið at fella uppskotini um sammøður. Men offringin kiksaði, tí hon var telvað av politiska borðinum av nøkrum av sínum egnu í Fólkaflokkinum. 

Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum er ein durkdrivin politikkari, ið plagar at fáa tað, sum hann vil hava tað. Men í dag valdi hann at offra sín landsstýrissess í fiskivinnumálum fyri at fáa Anniku Olsen úr løgtinginum, so Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og hann kundu fara aftur í løgtingið at fella uppskotini um sammøður. Politiska offringin kiksaði fullkomiliga, Tí málið um sammøður bleiv samtykt hóast tað. Jacob var telvaður út, tá Annika Olsen kom inn aftur á løgting fyri Heðin Zachariassen, sum fór í farloyvi. 

Harvið tykist Fólkaflokkurin liggja í opnum stríði, og tað ger samgongan eisini. 

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, sigur, at hann ikki hevur heitt á Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur um at fara aftur í løgtingið. Avgerðina áttu tey sjálvi. 

Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur í samráði við løgtingsformannin og floksfelagan, Jógvan á Lakjuni, í løgtinginum í dag. Jógvan á Lakjuni hevur hótt við, at um málini um sammøður verður samtykt, so fer hann úr samgonguni. Tey bæði royndu at forða fyri, at tað hendi við at offra sínar landsstýrissessir, men telvingin kiksaði. 

Christian Andreasen úr Fólkaflokkinum. 

Sosialistisk ung og fólk frá LGBT Føroyar feira ta sannroynd, at málini um sammøður vóru samtykt við 3. viðgerð. Jóhannis Joensen úr Javnaðarflokkinum atkvøddi fyri. 

Politiska støðan er ikki minni spent eftir atkvøðugreiðluna, enn hon var frammanundan. Nakrir spurningar hanga í óvissuni: Er samgonguni lív lagað? Verður Annika Olsen blakað úr Fólkaflokkinum? Og hvørji skulu vera tey nýggju landsstýrisfólkini í fiskivinnu- og almannamálum? Johan Dahl úr Sambandsflokkinum og Høgni Hoydal úr Tjóðveldi umrøða støðuna.

Tey hildu fast í tí, sum tey lovaðu, Annika Olsen úr Fólkaflokkinum og Johan Dahl úr Sambandsflokkinum. Tá alt kom til alt, so vóru málini um sammøður samtykt, men tað kravdi ein politiska fintu, ið ikki er sædd í føroyskum politikki áður av Heðini Zachariasen úr Fólkaflokkinum. Heðin, ið bert var ein finna í hesum talvinum, offraði seg sjálvan og fór í farloyvi, so Annika Olsen kundi fáa hansara sess. Á tann hátt koppaði ein finna einum bispi og ein riddara í løgtinginum í dag, tí Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sótu eftir við ongum.

Teir royndu at brúka alt sítt politiska vald fyri at fella uppskotini um sammóður, Jacob Vestergaard og Jógvan á Lakjuni úr Fólkaflokkinum. Teir settu alt á eitt bretti, men taptu politiska spælið í sínum egna flokki, Fólkaflokkinum. Nú hongur samgongan í einum klønum tráð, og tað tykist vera opið stríð í Fólkaflokkinum.

Miðflokkurin hevur hótt við, at hann fer úr samgonguni, um uppskotini um sammøður vóru samtykt. Men nú málini eru samtykt, skal Miðflokkurin finna fótafestið aftur í nýggja veruleikanum, sigur formaður floksins. 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur valdi at spæla sín heilt stóra trumf, landsstýrissessin, í eini roynd at tippa Anniku Olsen og fella uppskotini um sammøður, men hon sat eftir við Svarta Peri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Fríggjadag 17. mai
Vikuskiftið 17 mei 2024
175271
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216
Hósdag 16. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175211