Bretar ónøgdir við Brexit

Bretar ónøgdir við Brexit
86 prosent av teimum, sum atkvøddu móti Brexit, halda, at tað hevur gingið illað at loysa Bretland frá ES
Nógvir bretar eru ónøgdir við Brexit
Mynd: Savnsmynd  
 
27.12.2021 - 06:57

Nú tað skjótt er eitt ár, síðani at Bretland fór úr ES, vísir ein stór kanning hjá blaðnum the Guardian, at ein stórur partur av bretum halda, at Brexit hevur gingið illa, ella verri enn tey høvdu væntað.

Av teimum, sum atkvøddu fyri at Bretland skuldi fara úr ES, eru 42 prosent ónøgd við, hvussu tað hevur gingið.

26 prosent halda, at tað hevur gingið verri enn væntað, meðan 16 prosent halda, at tað hevur gingið illa, men at tað hóast alt var væntandi.

 

86 prosent illa nøgd

Millum tey, sum atkvøddu fyri, at Bretland skuldi vera verandi í ES, halda 86 prosent, at Brexit tilgongdin hevur gingið illa. 

Bert 14 prosent av bæði teimum, sum atkvøddu fyri og ímóti, halda, at Brexit tilgongdin hevur gingið væl ella betur enn væntað, sambært kanningini.

 

Handlarnir hava tað trupult

Serliga handilslívið í Bretlandi hevur verið ávirkað av Brexit, og fleiri hundraðtúsund ES borgarar eru farnir úr Bretlandi, síðani Brexit bleiv veruleiki 1. januar í ár.

Handlar hava havt trupulleikar, og í fleiri umførum hava hillar staðið tómar, tí vørur eru ikki komnar fram vegna nýggjar tollreglur og manglandi lastbilakoyrarar.

Eisini hevur heilsuverkið verið trýst, tí fleiri tilflytararar fluttu úr landinum aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012