Grønlendingar stevna danska statinum eftir endurgjaldi

Grønlendingar stevna danska statinum eftir endurgjaldi
Teir seks grønlendingarnir, sum í 1951 vóru sendir til Danmarkar at verða uppaldir og læra danskt, fara nú at stevna danska statinum eftir endurgjaldi
Børnini, sum blivu send til Danmarkar, blivu ov donsk og endaðu á barnaheimi, tá tey komu aftur til Grønlands
Mynd: DR Nyheder  
 
28.12.2021 - 08:59

22 børn, fýra til níggju ára gomul, vóru send til Danmarkar í 1951.

Seks teirra eru enn á lívi, og tey kravdu endurgjald frá statinum, men staturin noktaði at lata endurgjald.

Kravið er 250.000 kr. til hvønn. 

 

Bað tey fara í rættin við málinum

Danski staturin bað tey fara í rættin við málinum.

Nú verður staturin so stevndur eftir endurgjaldi.

Mette Frederiksen, forsætismálaráðharri, bað í fjør um umbering.

 

Helvtin gjørdist misnýtarar

Tá tey 22 børnini høvdu verið í Danmark, vóru tey send í eitt barnaheim í Nuuk. Tey fingu forboð fyri at tosa grønlendskt.

Helvtin teirra fóru at misnýta rúsdrekka og rúsevni og fingu sálarligar trupulleikar. Nógv teirra livdu stutt. Bara fá fingu útbúgving.

Kristine Heinesen, ein av teimum seks, sum enn eru á lívi, sigur við grønlendska kringvarpið, at hon heldur ikki, at tað er rímiligt, at tey skulu ígjøgnum dómstólin fyri at fáa endurgjald.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Mono 2 - onnur sending
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096