Bakkafrost keypir niðursjóðingarvirki í Danmark

Bakkafrost keypir niðursjóðingarvirki í Danmark
Munkebo Seafood hóskar væl inn í virðisketuna og aðalmálið um at framleiða lidnar vørur, sigur Bakkafrost
Virksemið á Munkebo Seafood heldur fram óbroytt, eftir at Bakkafrost hevur keypt partapeningin í felagnum.
 
03.01.2022 - 09:42

Bakkafrost hevur keypt partabrøvini í Munkebo Seafood A/S í Danmark.

Tollaksmessudag skrivaði Bakkafrost undir eina avtalu um keyp av partabrøvunum í Munkebo Seafood A/S, og avtalan kom í gildi á nýggjárinum.

Munkebo Seafood A/S var stovnað í 1979, og hevur síðani stovnan virkað við niðursjóðing av fiskavørum á virkinum í Munkebo á Fjóni. Felagið rekur í dag eitt framkomið niðursjóðingarvirki, og hevur eitt stórt vøruúrval. Ein stórur partur av framleiðsluni byggir á laks. 

Hevur verið stórur veitari

Bakkafrost hevur seinastu árini verið ein av størstu veitarunum hjá Munkebo Seafood, og felagið hóskar tí væl inn í virðisketuna hjá Bakkafrosti og aðalmálið um at framleiða lidnar vørur. Við einari vaksandi framleiðslu av laksi í Føroyum og í Skotlandi næstu árini, verður rávørugrundarlagið undir framleiðsluni hjá Munkebo Seafood styrkt, skrivar Bakkafrost í tíðindaskrivi.

40 starvsfólk

Virksemið á Munkebo Seafood heldur fram óbroytt.

Munkebo Seafood hevur 40 starvsfólk, og vørurnar verða í høvuðsheitum seldar á evropeiska marknaðinum til matvøruhandlar. Munkebo Seafood hevði í 2020 18,5 milliónir kr. í vinningi, og rakstraravlopið fyri fíggjarligar útreiðslur og skatt var 4,8 milliónir kr. 

Við keypinum av Munkebo Seafood kann Bakkafrost økja um vøruúrvalið av lidnum vørum. Bakkafrost bjóðar í dag feskan, frystan og royktan laks, og nú legst niðursjóðaður laksur aftrat, skrivar Bakkafrost.

Munkebo Seafood hevur 40 starvsfólk, og vørurnar verða í høvuðsheitum seldar á evropeiska marknaðinum til matvøruhandlar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161