- Tíðindi, mentan og ítróttur
Inger Støjberg stillar ikki upp til formansvalið í DF
Inger Støjberg, sum fyrr hevur verið partur av danska Vinstraflokkinum, fer ikki at stilla upp til formansvalið í Danska Fólkaflokkinum. Tað váttar hon í boðum til TV2 í dag.
- Tað er hervið váttað, skrivar Inger Støjberg til TV2.
Floksskrivarin hjá Danska Fólkaflokkinum, Steen Thomsen, sigur við TV2, at Inger Støjberg verður ikki formansvalevni hesaferð. Hon er heldur ikki limur í Danska Fólkaflokkinum, og hon hevur ikki tikið av tilboðnum um starvið, sum floksleiðslan hevur bjóðað henni.
Takkar fyri stuðulin
Fyrr í dag sendi Støjberg ein teldupost til allar fólkatingslimirnar og tey, sum starvast hjá Danska Fólkaflokkinum. Hon takkar fyri stuðulin, ið hon fekk, tá ið ríkisrættarmálið var herfyri.
Í teldupostinum skrivar Inger Støjberg eisini, at hon gleðir seg til at gerast partur av Fólkatinginum aftur, á ein ella annan hátt.