NATO viðger støðuna í Ukraina

NATO viðger støðuna í Ukraina
Jens Stoltenberg er aðalskrivari í NATO.
Mynd: RitzauScanpix  
 
07.01.2022 - 08:57

NATO hevur kallað saman til kreppufund um støðuna í Ukraina. Fundurin verður fríggjadagin.

Jens Stoltenberg, aðalskrivari, stendur á odda fyri fundinum.

Ætlanin er at umrøða støðuna á ukrainska markinum, har Russland hevur savnað nógv herfólk, og samstundis at umrøða verjuspurningar í Europa, sigur NATO í tíðindaskrivi.

- Uttanríkisráðharrarnir skulu umrøða støðuna sum er við og kring Ukraina, og samstundis skulu ráðharrarnir umrøða trygd í Evropa, upp undir samstarvsfundin millum NATO og Russland, sum verður 12. januar, siga tænastumenn við NTB.

Fundurin verður hildin á netinum, og eftir fundin skipar NATO fyri tíðindafundi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026