816 fólk fleiri í fjør

816 fólk fleiri í fjør
Í desember búðu 53.686 fólk í Føroyum
Fólkatalið í Nes kommunu vaks 66 fólk í fjør.
 
10.01.2022 - 09:52

Vit vóru 816 fólk fleiri í Føroyum í desember 2021 enn í desember 2020.

Tað skrivar Hagstovan í morgun.

53.686 fólk búðu í Føroyum í desember.

Størsti vøksturin hetta tíðarskeiðið var í Tórshavnar kommunu og í Klaksvíkar kommunu.

66 fleiri í Nes kommunu

Sum nakað nýtt var triðstørsti vøksturin í Nes kommunu, har 66 fólk løgdust afturat.

Sostatt løgdu fleiri fólk afturat í Nes kommunu enn í Runavíkar kommunu hetta tíðarskeiðið, hóast fólkatalið í Nes kommunu bara er ein triðingur av fólkatalinum í Runavíkar kommunu.

Størsta afturgongdin í fólkatalinum var í Kvívík, á Sandi og í Skálavík.

Afturgongdin kemst serliga av innanlands flytingum úr kommununum, skrivar Hagstovan.

Sí meira um fólkatalið her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558